Útgivið
21. juni 2021
Útgongur
2. januar 1970
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar til Skúlan í Eysturkommunu

Søkt verður eftir:

  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021-2022 vegna námsfrøðing í barsilsfarloyvi við setanarbroti 0,7.
  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021-2022 við setanarbroti 0,47. Møguleiki er at fáa fleiri tímar í Frítíðarheiminum á Gásamýri.
  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021-2022 við setanarbroti 0,29.

Skúlanum tørvar námsfrøðingar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Søkt verður eftir námsfrøðingum, sum

  • skipa skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum.
  • veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina.
  • hava førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.
  • kunnu virka undir førleikastovu skúlans.

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 07.50 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir:
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 3. juli 2021 kl. 24.00

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serstovur.

Í skúlanum eru áleið 270 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið