Ocean Rainforest
Útgivið
4. januar 2024
Útgongur
29. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ocean Rainforest søkir eftir skrivstovulærlingi við sergrein innan fyrisiting. Til rætta viðkomandi kann talan vera um sergrein í búskapi.

Talan er um fast starv og uppgávurnar fevna um alt innan vanliga fyrisiting so sum hjálp við bókhaldi, fakturering, lønir, prosjektroknskapir, samskifti við viðskiftafólk og starvsfelagar í Føroyum og útlondum.

Vit vænta at tú:

  • • ert álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • • megnar at samskifta við starvsfelagar og viðskiftafólk á føroyskum og enskum
  • • tað er ein fyrimunur – men ikki ein treyt – at tú hevur relevantar royndir.

Vit bjóða:

  • • eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum og altjóða umhvørvi
  • • fryntligar og dugnaligar starvsfelagar, ið stuðla tær
  • • eitt óformelt og virkið arbeiðsumhvørvi

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til Steinbjørn í Dali á 217366.

Umsóknir við møguligum viðmælum kunnu sendast til application@oceanrainforest.com.

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 29. januar og starvið verður sett skjótast tilber. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Ocean Rainforest alir tara og framleiðir taraúrdráttir í Føroyum og USA, eins og samstarv er um aling í Íslandi, Danmark og Norra. Í Ocean Rainforest arbeiða 25 fólk í 5 ymiskum londum. Høvuðsvirksemið er í Kaldbak í Føroyum, og vit hava dóttirfeløg í USA, Skotlandi og Íslandi umframt skrivstovur í Danmark og Niðurlondum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið