Útgivið
17. september 2021
Útgongur
30. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Røktarstarvsfólk til demensbúeindina á Gøtubrá

Demensbúeindin á Gøtubrá er ein væl skipað deild við góðari normering. Á búeindini búgva átta búfólk og trý starvsfólk eru á dag- og kvøldvakt. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar og arbeiðsdagurin og huglagið á heiminum er róligt. Sum røktarstarvsfólk hevur tú tíð til at veita umsorgan og røkt, ið er tillagað til einstaka búfólkið. 

Toymið á búeindini er samansett av demenssamskipara, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og ófaklærdum. Harumframt hava vit eitt gott tvørfakligt samstarv við demensklinikkina, lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.

Búeindin er eitt fleksibult arbeiðspláss fyri okkara starvsfólk, vit lurta eftir ynskjum, tá ið arbeiðsætlanin skal leggjast til rættis. Vit leggja dent á at arbeiða á einum fakliga høgum støði og eru tí tilvitaði um, at starvsfólkini fáa møguleika fyri menning.

Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari ella starvsroyndir innan eldraøkið.

Tað snýr seg um fylgjandi størv:

  • 3 føst størv á demensdeildini í starvsbrøkum 0,8 ella eftir avtalu at byrja skjótast gjørligt.

Nánd leggur dent á, at tú hevur:

  • førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum við røktartørvi og demenssjúku stuðul og hjálp
  • førleika at stimbra trivnaðin hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
  • evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðnum
  • jaligan hugburð
  • góð samstarvsevnir 

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Róligt arbeiðsumhvørvi
  • Gott tvørfakligt samstarv

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Jonnu Joensen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost jonna@eystur.fo

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: jonna@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. september 2021. 

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipa javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið