Útgivið
18. juni 2021
Útgongur
5. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Samskapari til búeindirnar hjá NBH - farloyvisstarv

Vit sóknast eftir
Einum samskapara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,5 at byrja  1. september 2021 til og við 31. januar 2023.

Endamálið við starvinum er at skapa ein virknan og  innihaldsríkan gerandisdag saman við bú- og starvsfólkunum á búeindunum í NBH.

Tú kemur at starvast saman við einum øðrum dugnaligum samskapara, ið somuleiðis er settur hálva tíð.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 Førleikakrøv

  • Persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
  • Útbúgving innan námsfrøðiliga ella heilsufakliga økið
  • Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Áhuga í og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna

 Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Góða upplæring í samstarvi við annan samskapara

Í NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, men av tí at teir persónligu eginleikarnir viga sera tungt í hesum starvi, tilskila vit okkum rætt til at javnseta persónligar eginleikar við fakligar førleikar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara í Sambýlinum í Bøgøtu, á tel. +298 793425 ella við telduposti til meibrittd@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 5. juli 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið