Útgivið
19. januar 2022
Útgongur
2. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðingar til Landssjúkrahúsið

Sjúkrarøktarfrøðingar til Landssjúkrahúsið

Hevur tú leingi hugsað um at gerast partur av toyminum innan eina av hesum spennandi sergreinum, so er møguleikin nú her.

Í sambandi við koronatilbúgvingina lýsa Bráð-, Familju- og Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum eftir sjúkrarøktarfrøðingum. Talan er um tíðaravmarkað størv til setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu til og við 31.12.2022. Starvsbrøkur er eftir avtalu við umsøkjara.

Tey, ið sett verða, fáa innleiðslu og upplæring innan hesar sergreinar: 

  • Eitt av teimum trimum serøkjunum, sum tey hava valt sum sítt serøki/stamdeild
  • Koronadeildini, har tey koma at arbeiða, tá hendan er opin

Talan er um spennandi størv, sum krevja, at ein megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis, og at ein er tilvitaður um og opin fyri teim broytingum, sum arbeiðið náttúrliga fer at bera í sær í mun til staðseting. Størvini skapa góðar møguleikar fyri at royna nakað nýtt og at ogna sær breiða fakliga vitan  innan fleiri sergreinar í einum og sama starvi.

Serøkini

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til intensivu deild á Bráðdeplinum, Børn og Ung somatik á Familjudeplinum og Skurðseingjardeildina á Skurðdeplinum.

Intensiva deildin, G1, er ein deild við ymiskum funktiónum og umfatar intensiv, viðrakning, skaðastovu og bráðmóttøku. Á deildini kemur tú at arbeiða í skiftandi vaktum í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving og kemur tú í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan intensiv-, viðrakning- og skaðastovuøkið.

Børn og Ung somatik, B5, tekur sær av kanning og viðgerð av børnum í aldrinum 0-18 ár. Seingjardeildin hevur pláss fyri sjey børnum og hevur opið alt samdøgrið. Deildin hevur bæði akuttar og elektivar innleggingar; harafturat er nógv ambulant virksemi og tætt tvørfakligt samstarv við aðrar fakbólkar. Eisini er neonatologi, sum er viðgerð og røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum, ein partur av Børn og Ung somatik. Neonatologiin er í løtuni staðsett á Føðideildini, men flytir í Børn og Ung somatik eindina, tá ið flutt verður í nýggja H-bygningin.

Skurðseingjardeildin, G4, er ein kirurgisk seingjardeild, har røkt og viðgerð innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkum verður veitt sjúklingum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum við 23 plássum á G4 og 11 plássum á A3. Eisini umfatar virksemið á deildini Dagskurð.

Koronadeildin, er ein medisinsk deild, sum í høvuðsheitum hevur tvær funktiónir; akut móttøka av sjúklingum við mistanka um koronu, og at geva røkt, viðgerð og umsorgan til koronasmittaðar sjúklingar. Deildin hevur átta isolatiónsstovur, men um illa stendur til, so er møguligt at taka ímóti tíggju sjúklingum. Á deildini kemur tú at arbeiða í skiftandi vaktum – dag, kvøld og nátt – og á hvørjari vakt eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar.

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit
  • Evni til at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • Góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum – dag-, kvøld- og náttarvaktum
  • Teldukunnleika
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað millum starvsfelagar á avvarðandi deildum

Ein treyt fyri starvssetan er, at umsøkjarin er opin fyri broytingum í mun til staðseting, um fleiri koronasjúklingar verða innlagdir á Landssjúkrahúsinum somu tíð.

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildunum, sum umsøkjarin kemur at arbeiða á
  • Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • Starvsfelagar við góðum fakligum førleikum
  • Fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum mennandi avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Jórun Højgaard, depilsleiðara á Bráðdeplinum, tlf. 234551, t-post jorho@ls.fo, Elin Ásudóttir, depilsleiðara á Familjudeplinum, tlf. 509868, t-post elias@ls.fo ella Elin Vitalis, depilsleiðara á Skurðdeplinum, tlf. 234523, t-post elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 02.02.2022. 

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið