Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
23. februar 2024
Útgongur
10. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum til fulltíðar- og parttíðarstørv í skiftandi vaktum á seingjardeildini í tíðarskeiðinum 01.06.2024 til og við 31.08.2024.

Vit bjóða:

  • eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
  • vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og góða
    sjúklingagongd.

Førleikar:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari ella um tú ert lesandi
  • dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • fakligan áhuga innan økini
  • eitt opið og jaligt sinni
  • góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara, Ingrid Petersen tlf. 265935, ella teldupost: ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 10.03.2024.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið