Tórshavnar kommuna
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
2. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum. Boðanesheimið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Boðanesheimið lat upp í 2012 og hevur pláss fyri 64 búfólkum. Traðarlon er ein røktardeild, og her búgva 24 búfólk við ymiskum førleikum og tørvi á hjálp. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144216

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið