Vesturvón
Útgivið
16. maj 2023
Útgongur
30. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær, vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga.

Á heiminum á Sýnini hava vit 37 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitir ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Miðstova og Innistova eru ætlaðar til minnisveik. Deildirnar báðar hoyra saman, men tey búfólk, ið eru meira merkt av demens, eru í Innistovu.

Søkt verður eftir:
Sjúkrarøktarfrøðingi til Miðstovu, starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja

  1. juli 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Førleikakrøv:
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan demensøkið.

Vit vænta at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
Ert miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Kann arbeiða sjálvstøðugt við virðiligum samstarvi og samskifti
Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í menning
Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir

Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
Góða innleiðslu

Meiri kunning:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrun Gudmundsen, deildarleiðara á tlf. 793213.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. juli 2023 ella skjótast til ber og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo Viðmerkt “Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu”.

Umsóknarfreistin er 30. Mai 2023

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið