Landssjúkrahúsið
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi, at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum.

Talan er um eitt fast starv á brøki 0,8, til setan 01 mai 2024. Starvið er í skiftandi vaktum t.e dag-, kvøld- og náttarvaktum, og arbeitt verður 2 . hvørt vikuskifti.

Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.

Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum “Safewards”, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.

Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.

Hvør ert tú?

ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.

Tí skalt tú søkja arbeiði hjá okkum.

Hvørji eru vit?

Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava dagliga refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma á vakt.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Lisbeth Vang, deildarleiðara á P40, á t-post lisbeth.vang@ls.fo ella til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 14.04.2024

Vinarliga søk starvið her.

 

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið