Vísindasiðseminevndin
Útgivið
12. april 2024
Útgongur
29. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nýtt hálvtíðarstarv sum skrivari hjá Vísindasiðseminevndini er leyst at søkja.

Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir í Føroyum.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við Vísindasiðseminevndina við staðseting í Heilsumálaráðnum.

Arbeiðsuppgávur

  • At málsviðgera og fyrireika mál til støðutakan í Vísindasiðseminevndini, herundir lýsa og viðgera umsóknir um góðkenning av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum
  • At ráðgeva og vegleiða Vísindasiðseminevndini í mun til løgfrøðilig ivamál og málsviðgerð
  • At fyrireika eftirlit við góðkendum heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum sambært vísindasiðsemilógini
  • At vera skrivari hjá Vísindasiðseminevndini og hava ábyrgd av journali, bókhaldi o.l.

Førleikakrøv

  • Útbúgvin ella væl ávegis í útbúgving innan t.d. løgfrøði, samfelagsfrøði, sosialvísindi, fólkaheilsu ella heilsufakliga útbúgving við yvirbygningi í t.d. fólkaheilsu.
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert praktiskt orienterað/ur, væl skipað/ur persónur
  • Tú hevur góðar førleikar innan málsviðgerð og góð samstarvsevni
  • Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Tú ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni at seta teg inn í nýggja lóggávu og málsgongdir
  • Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Vit bjóða

  • Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Fleksibult arbeiði í tøttum samstarvi við forkvinnuna í nevndini

Lønar- og setanartreytir
Starvið er eitt fast hálvtíðar starv. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. april 2024. Setanarsamrøður verða hildnar viku 18.

Umsóknir skulu sendast sum teldubræv til Vísindasiðseminevndina - teldupostur: vsn@vsn.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnhild Helmsdal, forkvinnu, á tel 263010 ella á telduposti vsn@vsn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið