Visit Sandoy
Útgivið
8. februar 2024
Útgongur
22. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um tú vil vera partur av einari mennandi og spennandi ferðavinnu, vilja vit fegin hoyra frá tær!

Endamálið við starvinum
Søkt verður eftir einum dugnalinum og ábyrgdarfullum skrivstovufólki, ið eisini dugur at samskipa og selja ferðavinnuupplivingar. Tað er eisini neyðugt at loysa vanligar skrivstovu- og administrativar uppgávur. Tað góða starvsfólki, er álítandi og megnar fleiri uppgávur í senn.

Ábyrgd

Bókhald

  • Bókhald - halda skil á inntøkum og útreiðslum, fakturnering, kredit- og debitstyring
  • Avstemma roknskap hvønn mánaða

Samskipari av ferðavinnuni

  • Samskipa túrar á mail, telefon og persónliga
  • Kunnað um lokalar møguleikar hjá ferðafólkum, túrar og tiltøk
  • Varðveita og menna ferðafólkaportalar - heimasíða og sosialar miðlar

Annað

  • Visit Sandoy er í bókasavninum, har arbeiðið eisini inniber at hjálpa lánarum
  • Vera klár/ur at átaka sær fyrifallandi uppgávur

Førleikar og royndir

  • Útbúgving ella nøkur ára royndir innan fíggjarstýring og samskipan.
  • Kunnleika til roknskaparskipanina Lundan er ein fyrimunur.
  • Arbeiði innan ferðavinnu er ein fyrimunur
  • Góðar førleikar innan munnlig og skrivlig samskifti
  • Evni at arbeiða við fleiri uppgávum í senn og arbeiða undir einum ávísum trýsti
  • Grundleggjandi kunnleika til lokal ferðamál í oynni og áhuga at menna ferðavinnuna á Sandoynni verður virðismett

Starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv, er hálva tíð og verður sett 1. mars 2024 og endar 30. Mai 2025. Starvsstaðurin er á Visit Sandoy, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið.

Vinarliga send okkum Umsókn, CV og prógv á durita@visitsandoy.fo. Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Mass Hoydal leiðara á Visit Sandoy 222116.

Líknandi størv

Skrivstovufulltrúi/Skrivstovufólk   Faroe Islands nýtt
7. maj 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið