Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
17. marts 2024
Útgongur
30. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir skrivstovufólki at byrja 1. mai 2024. Talan er um fast starv á starvsbroti 0,5. Arbeitt verður frá kl. 10 til 14 gerandisdagar, tó kann verða neyðugt at tillaga tímarnar, tá ið tørvur er á tí – eitt nú í sambandi við lønarkoyringar.

Endamálið við starvinum er at tryggja, at borgarum, avvarðandi og starvsfólkum verður veitt dygdargóð fyrisitingarlig tænasta.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna umframt vanligt skrivstovuarbeiði m.a. um, at:

  • svara telefon og tpostum
  • hava um hendi skipanir, sum Vaktætlan og journalskipanina 360
  • umsita bókhald og lønir
  • umsita og skráseta borgaramál

Í visjónini hjá NBH er eitt høgt fakligt støði sett sum fyritreyt fyri, at virksemið kann vera eldri borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni. Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni: https://nbh.fo/nbh/.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving umframt viðkomandi starvsroyndir. Royndir við journalskipanini 360, Vaktætlan og bókhaldi kunnu vera fyrimunir.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur, og at tú hevur góð evni at samstarva og samskifta. Somuleiðis er neyðugt, at tú dugir at orða teg í skrift og talu á føroyskum og hevur góðar telduførleikar.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan alt skrivstovuyrkið.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10 og 15 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 30. mars 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið