Føroya Politi
Útgivið
10. januar 2024
Útgongur
31. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at veita góða tænastu, dámar tær at arbeiða við viðskiftafólki og megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Eitt starv sum skrivstovufólk í Suðurøkinum er leyst at søkja. Starvsstaðurin er á politistøðini á Tvøroyri, og arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.

Starvið er fjølbroytt, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving.
  • Góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.
  • Góð samstarvsevnir
  • Viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur

Løn- og setanartreytir verða ásett eftir galdandi sáttmála millum HK-Stat og

Moderniseringsstyrelsen.

Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET.

Umsóknarfreistin er mikudagin 31. januar.  

Skrivlig umsókn við cv og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til fo-personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar til starvið, so ert tú vælkomin at venda tær til Jaspur Vang, økispolitileiðara, tlf. nr. 351425.

Michael Boolsen, fúti

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið