Lýsing
Skriva út
Søkt verður eftir timburmanni til Byggivitan sp/f
Byggivitan sp/f søkir eftir álítandi og nærlagdum timburmanni at byrja sum skjótast.
Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka ábyrgd.
Vit arbeiða fyri tað mesta í Havnini, men koma eisini út á bygd tá uppgávurnar krevja tað.
Okkara uppgávur fyri tað mesta eru umvælingar, tilbyggningar, nýbyggingar og annað vanligt timburarbeiði.
Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Niclasen, á tel 518635.
Umsóknir við CV kunnu sendast til jn@byggivitan.fo