Vága Kommuna
Útgivið
22. maj 2023
Útgongur
2. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingum til spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum, at byrja 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu. Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja.

Visjónin fyri Vága kommunu er at vera framfýsin og fevnandi. Tað er umráðandi fyri kommununa at tað eru tryggir og góðir karmar fyri tað unga ættarliðið, og at bjóða verður eitt fjølbroytt frítíðartilboð.

Um stovnin
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági.

Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er at bjóða virksemi, sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit a náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.

Vit vænta

  • At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur og torir at hugsa nýtt
  • At tú ert fleksibul/ur, hevur eitt gott hugflog og dugir at hugsa í loysnum
  • At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
  • At tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
  • At tú hevur vitan og/ella áhugan fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
  • At tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
  • At tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu, og náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt fakligt mennandi starv í einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
  • Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
  • Eitt starv við ymsum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við øðrum myndugleikum

Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsókn
Søk her við at senda umsókn saman við lívsgongdarlýsing, prógvum, barnaváttan og møguligum viðmælum, ella við at senda til, Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella við telduposti til vaga@vaga.fo. Viðmerk ”Umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast fríggjadagin 2. juni 2023.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Natascha Johannesen, virkandi leiðara, á tlf 794540.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið