Valdemar Lützen Byggibúð
Útgivið
31. maj 2023
Útgongur
26. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum lærlingi til handil okkara.

Um læruplássið
Tú kemur at starvast í handli okkara á Skálatrøð í Tórshavn og verður partur av einari fyritøku, ið setur tænastu og vitan fremst. Tú fær góða upplæring innan øll økir í handilsvirkinum og kemur eisini at taka læruskeið á skúla í Danmark. Í lærutíðini kemur tú at læra alt um amboð, byggitilfar, kundarøkt og sølu.

Tín vangamynd
Kundin er miðpunktið í virksemi okkara og vit ynskja at tú:

  • Er blíð/ur av lyndi og dámar at samskifta við fólk
  • Er virkin, røkin og møtir rættstundis
  • Dámar ein fjøllbroyttan gerandisdag og nýggjar avbjóðingar.

Setanarviðurskifti
Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi miðnámsútbúgving.

Lærutíðin er 3 ár um tú hevur FHS og 2 ár um tú hevur Hægri handilsskúla.

Vit bjóða eina góða løn í lærutíðini og tú fær møguleika fyri einum gevandi starvi hjá okkum eftir lokna lærutíð.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 26. Juni 2023. Umsóknir skulu sendast við telduposti saman við CV og møguligum viðmælum og prógvum til vlb@vlb.fo

Hevur tú spurningar um starvsplássið og lærutíðina er tú vælkomin at seta teg í samband við Jón McGavin, handilsleiðara, á tlf. 231016 ella við teldupost á vlb@vlb.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið