Vesturvón
Útgivið
16. marts 2023
Útgongur
29. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heimið á Sýnini søkir eftir dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólki til fast starv frá 1. apríl 2023.

Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum. Vit ynskja eitt starvsfólk, sum kann átaka sær ymiskar arbeiðsuppgávur, og sum trívist væl við broytingum. Arbeiðsuppgávurnar eru í køkinum, á vaskarínum, í reingerðingini og at koyra mat út til borgarar í oynni.

Køkurin á heiminum á Sýnini ger allan mat til húsfólk á búeindunum, umframt døgurðar til Ivanshús sum er dagtilboð, og heimabúgvandi borgarar sum eru knýttir at mattilboðnum hjá okkum.

Køkurin leggur stóran dent á, at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat frá grundini. Fakfólk í køkinum hava ábyrgd og leggja alt arbeiði í køkinum til rættis. Eisini eru tað fakfólkini sum standa fyri at avhenda fyriskipaðar uppgávur.

Reingerðingin røkkur frá kjallara til kvist, og fevnir um vanliga gerandis reingerð umframt høvuðsreingerð. Hvønn dag, eru tað dugnalig og sjónlig reingerðingsfólk, sum standa fyri reingerðingini samsvarandi mannagongdum okkara um reingerð.

Søkt verður eftir
Starvsfólki at arbeiða á starvsbrøki 0.6, svarandi til 25 tímar um vikuna, at byrja 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er vanliga 7 tímars vaktir, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri.

Samlaðar arbeiðsuppgávur:

  • Reingerðing á Heiminum á Sýnini
  • Køksarbeiði, at hjálpa til í køkinum við fyriskipaðum uppgávum
  • Vaskarí
  • Upprudding, uppvask, reingerð og vørumóttøka í køkinum
  • Útkoyring av døguðrum

Vit bjóða

  • Ein spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum okkara
  • Góða upplæring, innan øll starvsøkir
  • Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Førleikakrøv

  • Góð evnir at samskifta í skrift og talu
  • Koyrikort

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst
  • Arbeiða sjálvstøðugt
  • Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðssamur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnini.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til Vesturvón á teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 28. mars 2023.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, kann tú venda tær til Thildu Gaardlykke, deildarleiðara á tlf. 793210 ella á teldupost thilda@vesturvon.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið