Undirvísingarstýrið
Útgivið
27. marts 2024
Útgongur
19. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum.

Starvið sum fyrstilærari í Nólsoyar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2024. Í Nólsoyar skúla eru 13 næmingar innskrivaðir í 1. - 7. flokki skúlaárið 2023-24. Ein lærari umframt skúlaleiðaran starvast í skúlanum.

Um starvið

  • at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
  • at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans
  • at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
  • at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
  • at umsita fíggjar- og rakstrarstýring skúlans.

Samstarvsskipan í Tórshavnar kommunu
Fyrstilærarin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina, umframt við aðrar deildir í kommununi. Samstarv er millum skúlaleiðararnar við denti á, at skúlaleiðararnir í felag virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi. Skúlin samstarvar við Eysturskúlan um førleikastovuna og lærugreinir í 7. flokki. Harumframt er skipað samstarv millum Nólsoyar skúla, Kaldbaks skúla og Velbastaðar skúla.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava

  • læraraútbúgving
  • viðkomandi starvsroyndir
  • førleika at taka neyðugar avgerðir, at virka fyri trivnaði og einum mennandi læruumhvørvi
  • leiðsluútbúgving ella fara undir útbúgving innan leiðslu.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Nólsoyar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er í løtuni flokkað í lønarflokki 31.3, men verður sambært semju millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag frá 1. oktober 2024 flokkað sum skúlastjórastarv í lønarflokki 33.1. Lønin verður tá kr. 46.118,34 um mánaðin umframt eftirløn á 17%. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2024 kl.12.00.

Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Postsmoga 9
Hoyvíksvegur 72
110 Tórshavn
ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jónleif Johannesen, fulltrúa, tlf. 555062.

Undirvísingarstýrið er eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið