Útgivið
21. oktober 2021
Útgongur
4. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til H.N. Jacobsens Bókahandil

Í Gamla Bókahandli hava vit tørv á einum starvsfelaga til toymi okkara. Hevur tú hug og hegni at selja er at halda seg framat at søkja.

Hevur tú áhuga fyri bókum, spølum, leikum ella skrivstovulutum er hetta ein fyrimunur. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og tú fert at starvast innan fleiri øki í handlinum.  

Vit bjóða  
Eitt sjálvstøðugt starv í toymi við ágrýtnar starvsfelagar. Fyrikomandi og tænastusinnaðar starvsfelagar við góðum samstarvsevnum og einum ynski um altíð at veita eina góða tænastu. 

... og ynskja 
Ein starvsfelaga, ið hóskar væl til handilin og okkum starvsfólk. Vit ynskja, at tú ert nærløgd/-lagdur, íðin, fyrikomandi og hjálpsamur/-som. Tú mást duga føroyskt, ella seta tær fyri at læra tað væl.

Starvsviðurskifti 
Starvið er fulla tíð ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir fylgja sáttmála hjá Samverk. Starvið verður sett skjótast gjørligt.  

Okkurt at spyrja um... 
Tú mást gjarna seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar. Støkk inn á gólvið, skriva til Tinu I. Jakobsen á tina@hnj.fo ella ring á 216064.  

Send tína umsókn til tina@hnj.fo. 

Um H.N. Jacobsens Bókahandil 
Gamli Bókahandil er ein fjølbroyttur handil sum selur bøkur, pappír, ítriv og leikur. Handilin er byrjaði sum bókbindarí í 1856 og gjørdist bókahandil í 1860. Handilin hevur eina ríka søgu og stórur dentur verður lagdur á at veita eina góða tænastu í góðum og hugnaligum umhvørvi. 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið