Lýsing
Starvsfólk til Kafelist
Nýggja kafein í Listasavnni Føroya søkir starvsfólk.
Í Kafe list leggja vit dent á eina góða kundatænastu og hugnaligt umhvørvi. Kakur og breyð er heimabakað og kaffi vistfrøðiligt.
Vit ynskja, at tú ert tænastusinnaður,og eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur ein áhuga í list - hetta er tó ikki eitt krav.
Vit kunnu bjóða eitt starv á 30-40 tímar um vikua. Tú kemur at arbeiða annaðhvørt vikuskifti umframt dagvaktir gerandisdagar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Løn sambært Gistingarhús-og matstovusáttmálanum.
Vinarliga send umsókn og CV á kafelist@kafelist.fo.
Eru spurningar um starvið ber til at ringja til Niels á Rógvu, stjóra, á tlf. 788288 / 582184.