Tórshavnar kommuna
Útgivið
20. marts 2024
Útgongur
31. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av mennandi, gevandi og kveikjandi upplivingum og at gerast partur av einu góðum starvsfólkatoymi, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her. Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum at starvast á Miðstovninum í Kongagøtu.

Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í barnagarðsstovu frá 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Eisini søkja vit eftir varaleiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna frá 1. apríl ella eftir nærri avtalu. Tú kemur at starvast sum námsfrøðingur á stovu 25-35 tímar um vikuna, harumframt at røkja varaleiðaraarbeiði saman við leiðaranum.

Á Miðstovninum leggja vit dent á trivnað og menning. Vit ynskja at menna sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn, sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð. Tað gera vit millum annað við, at gera okkum ómak at menna góðar og tryggjar relatiónir millum børnini og millum børn og starvsfólk. Tí børnini menna seg í sambandinum við vaksin og við onnur børn. Vit eru tí kveikjandi, nærverandi og aktiv saman við børnunum, og vit leggja stóran dent á at spæla og taka útgangsstøði í áhugamálunum hjá børnunum. Tað er somuleiðis umráðandi fyri okkum, at vit hava eitt gott samstarv við foreldrini.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið