Landssjúkrahúsið
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
23. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum starvsfólkum til kvøld- og vikuskiftisvaktir, at byrja 1.mai 2024.

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga. Upplæring innan økið verður við starvsbyrjan.

Tú hevur eina til tvær kvøldvaktir um vikuna, umframt 4. hvørt vikuskifti.

Arbeiðstíðin er:

Gerandisdagar kl. 16.00 til 21.00

Leygardagar kl. 9.00 til 15.00 ella 15.00 til 20.30

Sunnudagar kl. 14.00 til 21.00

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í kundatænastu og reinføri
  • Tú hevur teldukunnleika

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til May Dahl Widstrup, telefon 304764 ella maywi@ls.fo

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin. Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 23. apríl 2024. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Vinaliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið