Tjaldurs Apotek
Útgivið
5. april 2022
Útgongur
28. april 2022
Staður
Tjaldurs Apotek R.C. Effersøesgøta 31 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum avloysara til okkara matstovu á Tjaldurs Apoteki at byrja 1.mai ella skjótast gjørligt. Starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv, og er tí tíðaravmarkað til 10 mánaðar.

Tú fært ábyrgdina av lættari matgerð av heilsugóðum kosti, innkeypi, seta fram, rudda av, hugna um og líknandi. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, sum tú sjálv/ur kanst mynda. Vit eru áleið 25 starvsfólk, ið eta í matstovuni.

Arbeiðsdagurin byrjar kl. 7.30 og endar í seinasta lagi kl. 14.30, íalt 35 tímar um vikuna.

Royndir og møgulig útbúgving innan økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit vænta, at tær dámar:

  • at gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat
  • at skapa hugna
  • at raðfesta reinføri
  • at vera ábyrgdarfull/ur, skapandi og fleksibul

 

Vit bjóða tær:

  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Eitt fjølbroytt starv, har pláss er fyri kreativiteti
  • Eitt arbeiðspláss, har vit raðfesta starvsfólkatrivna høgt
  • Starvið verður lønt eftir Starvsmannafelagnum - lønarflokki 2.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til deildarleiðara Kristinu Ejdesgaard tlf. 404030 ella senda teldupost til kristina.ejdesgaard@apotek.fo

Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju:

SØK STARVIÐ

 

 

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
100 Tórshavn

www.apotek.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið