Almannaverkið
Útgivið
27. marts 2024
Útgongur
8. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini

  • Eitt starv á 40 tímar um vikuna at arbeiða 2. hvørt ella 3. hvørt vikuskiftið. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið
  • Avloysarastørv. Arbeitt verður í sambandi við fráveru, orsakað av sjúku ella øðrum, hjá starvsfólkunum á Mýrini.

Størvini verða sett 15.04.2024 ella skjótast tilber.

Arbeiðsuppgávur
Sambýlið og búfelagsskapurin á Mýrini í Hoyvík er í Almannaverkinum og hoyrir til eindina Menningartarn. Húsið er eitt heim fyri fólk við menningartarni. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.

Uppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Eisini er umráðandi at tú hevur eina jaliga menniskjafatan. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur eru partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit stuðla og vegleiða í persónligum viðurskiftum og avbjóðingum, sum búfólkini kunnu møta í gerandisdegnum.

Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið. Tú verður kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, tryggja at búfólkið fer til læknavitjanir, tannlæknavitjanir o.s.v.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið