P/F Smyril-Line
Útgivið
16. april 2024
Útgongur
2. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

 

Starvið sum starvsfólk í Tax Free handlinum fevnir um at selja og ráðgeva innan spennandi vøruúrvalið, og sjálvandi at veita eina framúr tænastu við at hugsa loysnir og hjálpsemi í ymiskum støðum. Harumframt fevnir starvið um at móttaka og skráseta vørur, seta tær á hillarnar, pynta og halda handilin reinan og ruddiligan. Við tínum hugskotum og í samráð við tínar leiðarar, hevur tú eisini møguleika at seta tín dám á handilin. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.

Vit virðismeta, at tær dámar at práta við fólk og heldur, at virðiligt samskifti og góð tænasta ger allan munin. Harumframt dugir tú vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og megnar at samskifta á enskum og norðurlendskum máli.

 

Starvssetan- og treytir

Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá seinast í mai 2024 til seinast í september 2024, men við møguleika fyri at leingja setanina. Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima. Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur, stytri túrar- og vikuskiftistúrar.

 

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

 

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

 

Freist at søkja

Umsóknarfreistin er er 2. mai 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

 

Dugnaligu handilsleiðararnir Mike Skov Uhre og Ronnie Korsager Davidsen vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344998 ella at senda teimum ein fyrispurning umvegis shopmanager@norrona.fo.

 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið