Lýsing
Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til teknisku- og maskindeildina at byrja 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú gott handalag, og ert tú til reiðar at nýta títt tekniska know-how? So er hetta møguliga eitt starv fyri teg.
Um deildina
Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kemur út í allar krókar á sjúkrahúsinum. Tú kemur at fáa ein gerandisdag saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, sum hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mong ár.
Uppgávurnar er nógvar og ymiskar, og kemur tú at loysa tær í einum tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.
Arbeiðsøkið hjá deildini er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt tekur deildin sær av, at:
- Góðskutryggja maskinur og útgerð, umframt eftirlit við uttanhýsis serviceveitarar
- Viðlíkahalda og umvæla maskinur, el og útgerð av ymiskum slag
- Umsita og viðlíkahalda hitamiðstøðina, ventilatiónsskipan og luft-gassskipan
- Samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð
- Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Tú ert:
- Ábyrgdarfull(ur)
- Góðskutilvitað(ur)
- Samstarvssinnað(ur)
- Fíggjarliga umhugsin
- Dugir væl at skipa títt arbeiði og tína tíð
- Tolir at arbeiða undir trýsti
- Villig(ur) til at eftirútbúgva teg her í Føroyum og uttanlanda
- Villig(ur) til at ganga inn í tilkallivaktarskipan
Førleikar:
- Góðar tekniskar førleikar
- Góðar praktiskar royndir
- Góðar royndir við samskipan av verkætlanum
- Koyrikort
Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar CTS Stýrisskipan.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Olsen, leiðara á telefon 214480.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 25. september 2022.
Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.