WAAG
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
25. april 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir tveimum starvsfólkum at gerast partur av okkara toymi: einum móttøkufólk  og einum garantifólki.

Vit vænta, at tú sært nýggjar uppgávur sum spennandi avbjóðingar, og at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og avgreiða uppgávur við tíðarfreist. Mest av øllum vænta vit, at tú altíð arbeiðir fyri at veita okkara kundum so góða tænastu sum gjørligt.
Útbúgving ella royndir innan biløkið eru einki krav, men kunnu saman við áhuga fyri økinum óivað lætta um arbeiðsdagin frá byrjan. Tú skalt hava kt-førleika á brúkarastigi og duga at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og stundum enskum.

MÓTTØKUFÓLK
Sum móttøkufólk hevur tú ein týðandi leiklut í at fáa okkara kundar at kenna seg væl, tá ið teir seta seg í samband við okkum.
Tú fert at arbeiða tætt saman við leiðsluni á verkstaðnum og verður við til at menna og betra um arbeiðsuppgávur og mannagongdir í móttøkuni. Samskifti og planlegging eru týðandi partur av arbeiðsuppgávuni.

GARANTIFÓLK
Sum garantifólk hevur tú ábyrgdina av øllum garantiviðurskiftunum viðvíkjandi bilmerkjunum, sum vit umboða.
Í einum fjølbroyttum gerandisdegi við spennandi og avbjóðandi uppgávum fert tú at arbeiða tætt saman við leiðsluni og starvsfólki á verkstaðnum.
Samskifti við starvsfelagar, veitarar og kundar er ein týðandi partur av starvinum.

Talan er um fulltíðarstørv, sum verða at seta skjótast gjørligt og verða lønt sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn til elin@waagbilar.fo. Viðmerk “Móttøkufólk” ella “Garantifólk”, alt eftir hvat starv tú søkir. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Elin Christiansen á telefon 214893. Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Vit gleða okkum at frætta frá tær …

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið