SP/F Elding
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
7. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsa tær at staðið á odda fyri B2B virkseminum hjá okkum?

Sum liður í øktum virksemi hjá Elding Business, leita vit nú eftir einum royndum og strategiskt hugsandi stjóra til at styrkja okkara leiðslutoymi. Sum stjóri hjá Elding Business hevur tú ábyrgdina av at reka B2B virksemi við atliti til vøkstur, kappingarføri og úrslit.

Títt ábyrgdarøki:

  • Víðarimenna og seta í verk nýggjar virkisætlanir fyri at tryggja burðardygga virksemisøking innan B2B.
  • Skapa og varðveita munagóðar arbeiðstilgongdir, ið skulu verða við at tryggja høga góðsku og kundanøgdsemi.
  • Daglig leiðsla á deildini, har dugnalig starvsfólk eru partur av toyminum.
  • Arbeiða í tøttum samstarvi í leiðslutoyminum, soleiðis at virksemið røkkur yvirskipaðu málunum og vakstrarætlanum.

Tínir førleikar:

  • Leiðsluroyndir innan B2B virksemi.
  • Royndir við menning og íverksetan av virkisætlanum.
  • Góða fatan av B2B virkseminum í Føroyum.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni fyri at reka og motivera B2B toymið hjá okkum.
  • Hevur eitt gott tev fyri sølu og marknaðinum annars.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv, har tú saman við leiðslubólkinum skal menna B2B deildina hjá okkum. Arbeiðsumhvørið er gott, har møguleikar eisini eru fyri at menna seg. Arbeiðsbyrðan kann væntast at verða skiftandi, um størri verkætlanir eru fyri framman. Hetta loysa vit tó í felag.

Starvsstaðurin verður í Smiðjugerði, Tórshavn.

Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin verður eftir avtalu.

Umsókn
Hevur tú royndir og metir teg hava røttu førleikarnar, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og prógvum til Mads Andreas Winther, stjóra, á maw@elding.fo.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost ella ringja til Mads Andreas Winther á +298529000

Freistin at søkja er 7. apríl

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið