Fiskastykkið
Útgivið
25. marts 2024
Útgongur
29. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir starvsfeløgum til hugnaligu kaféina Fiskastykkið í Sandavági í summar. Tit vera partur av einum festligum starvsfólkahópi, sum elskar at forkela okkara gestir við góðum mati og serstøkum upplivingum. Uppgávurnar fevna m.a. um at bryggja kaffi, at borðreiða og at taka væl ímóti einum fjølbroyttum skara av bæði føroyskum og útlendskum gestum, sum ofta eru sera hugtikin av matinum og søguni, sum andar í hølunum.

Størvini vera sett at byrja í mai. Arbeiðstíðirnar eru fleksiblar, og at byrja við kann arbeiðið lagast til skúlagongd. Í summar verða tímarnir væl fleiri, og kunnu liggja bæði mitt í viku og í vikuskiftum. Møguleiki er eisini fyri at halda áfram við arbeiðinum aftaná summarferiuna.

Umsókn kann sendast til Jónleyg á fiskastykkid@fiskastykkid.fo. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja 250600. Umsóknarfreistin er 29.mars.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið