Tórshavnar kommuna
Útgivið
29. februar 2024
Útgongur
2. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsuhjálparum til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Ert tú heilsuhjálpari og ynskir at arbeiða í summarfrítíðini, so hava vit kanska starvið til tín.

Í Tórshavnar Kommunu søkja vit eftir heilsuhjálparum til eldrabústovnarnar, til rehabiliterings- og umlættingardepilin Urd og til Heimatænastuna. Tíðarskeiðið er 1. juni til 31. august 2024.

Um starvið
Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans 8 eldrabústovnar, sum eru ymiskar í stødd. Vit hava deildir við eldri sum hava demenssjúku og deildir við eldri sum hava ellisbrek, og felags fyri øll bufólkini er, at hava tørv á kompliseraða sjúkrarøkt, viðgerð og umsorgan.

Urd er umlættingar – og rehabiliteringsdepil, har eldri fólk eru eitt avmarkað tíðarskeið.

Í Heimatænastuni eru tvey toymi við heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólkum uttan heilsufakliga útbúgving, sum veita heimahjálp til heimabúgvandi borgarar. Fyri at arbeiða í heimatænastuni, er krav um at hava koyrikort.

  • Sum heilsuhjálpari hevur tað týdning, at tú í samstarvi við onnur starvsfólk, er við til at veita dygdargóða røkt og umsorgan, og at tú dugur at eygleiða og at fyribyrgja vandastøður
  • At tú í tínum arbeiði leggur dent á at fyribyrgja og endurmenna, og at borgarin hevur ein aktivan og virknan gerandisdag
  • Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott

Vit vænta at tú brennur fyri at brúka tínar førleikar, soleiðis at okkara eldru fáa virðiliga røkt og umsorgan og ein innihaldsríkan gerandisdag. Tú kemur at starvast í einum toymi av sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólkum uttan heilsufakliga útbúgving.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið