SEV
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
24. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú summarfrítíðin nærkast, hevur Sev tørv á ágrýtnum lesandi og/ella skúlanæmingum til summarstørv á hesum deildum okkara kring landið:

Grønu Orkuverkini í Vestmanna – arbeiðsfólk frá umleið 24. juni til 16. august.
Okkum tørvar 8 ungdómar til arbeiði, ið fyri tað mesta gongur fyri seg í fjøllunum. Arbeiðið umfatar at viðlíkahalda og reinsa inntøk og veitir, og annað fyrifallandi arbeiði. Umsøkjarar skulu vera frá 16 ár og uppeftir, og gott um tú hevur koyrikort til persónbil, men tað er eingin treyt.

Uppmøtingarstaður er Fossáverkið ella Eiðisverkið.

Sundsverkið – arbeiðsfólk í summarfrítíðini.
Søkt verður eftir tveimum ungum fólkum, ið helst eru minst 18 ár og hava koyrikort, til fyrifallandi arbeiði og vasking.

Rakstrardeildin Suðurøkið – arbeiðsfólk frá umleið 1. juli til 16. august.
Søkt verður eftir tveimum fólkum at taka linju í haganum niður og annað fyrifallandi arbeiði. Ynskiligt er, at tú hevur koyrikort, ert kropsliga væl fyri og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Uppmøtingarstaður er á Oyrunum í Vági.

Rakstrardeildin Meginøkið – arbeiðsfólk í minsta lagið í 4-6 vikur í tíðarbilinum 1. mai- 19. juli.
Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til ymiskt uttandura arbeiði, so sum at mála, lúka o.a. Koyrikort til persónbil er treyt.

Uppmøtingarstaður er Havnaverkið.

Tórshavn – starvsfólk til Fyrisitingartoymið frá umleið 1. juli til 16. august.
Okkum tørvar eitt starvsfólk til hesar uppgávur: journalisering í Public360°, samskipan av fundum, ferðum, vitjanum o.l., ferðauppgerðir og aðrar fyrisitingarligar uppgávur. Koyrikort til persónbil er treyt.

Uppmøtingarstaður er Landavegur 92.

Tórshavn – starvsfólk til Samskifti í tíðarskeiðnum 3. juni til 16. august.
Søkt verður eftir ídnum fólki, at taka sær av samskiftisuppgávum í summar. Uppgávurnar eru m.a. at dagføra heimasíðu og aðrar samskiftispallar, samstarva um samskiftisuppgávur við aðrar deildir hjá Sev, umframt annað samskiftisarbeiði. Ynskiligt er, at tú ert undir viðkomandi lesnaði.

Uppmøtingarstaður er Landavegur 92.

 

Sum sæðst er talan um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum av størvunum, tú ert áhugað/ur í.

Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Sjálvandi ert tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugur væl at ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.

Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreistin er mikudagin 24. apríl 2024. Viðmerk umsóknina "summarstarv" og hvat starv talan er um, og send umsóknina til: starv@sev.fo

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er .fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið