Útgivið
14. oktober 2021
Útgongur
7. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Supportari til Føroya Tele

LEYST STARV:
Vit leita eftir arbeiðssomum og fyrikomandi supportara, sum kann veita skjóta og góða kundatænastu innan teletøkni, kunningartøkni og samskifti.

Kundatænasta er lykilorðið í Supportini, tí deildin leggur stóran dent á skjóta og góða tænastu. Á deildini starvast nærlagdir supportarar, sum vita alt frá A til Oy. Teir koma at leggja tær lag á og geva tær grundleggjandi vitan um kundasupport, og hvat arbeiðið snýr seg um.

Í stuttum snýr starvið seg um at veita tænastu innan uppsetan av teldum og beinarum, terminalar, fartelefonsupport, fráboðan og brekviðgerð við serligum denti á eftirliti og vinnukundaloysnum.

Supportin rúmar nógvar yrkisførleikar, og tískil er av týdningi, at tú ert forvitin at seta teg inn í nýggja tøkni og hava tætt samstarv við allar deildir á Føroya Tele, samstundis sum tú tryggjar gott samskifti við kundar og avgreiðir uppgávur skjótt og væl.

Supportin hevur opið alt samdøgrið. Sostatt kemur tú at arbeiða skiftivís um dagin, kvøldið og náttina. Tað er eisini krav, at tú hevur reina revsiváttan.

Starvið er fastlønt við starvsbrøki 0,8 svarandi til uml. 32 tímar um vikuna. Vaktargjøld verða givin samsvarandi við ásettar avtalur galdandi fyri skeivar arbeiðstíðir. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu, og arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík.

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. Umsóknarfreistin er sunnudagin 7. november 2021.

Søk starvið her.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Eliesar Wiegand, deildarleiðara. Hann hevur tel. 243421 og t-post ew@ft.fo. Tú kanst eisini skriva ella skriva til Starvsfólkadeildina á tel. 243006 ella t-post sfd@ft.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið