Hoyvíkar skúli
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
9. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður lýst eftir lærara at byrja 30. apríl 2024:

Vit sóknast eftir lærara, ið kann undirvísa í hesum lærugreinum:
• Alis/evnafrøði í 7. 8. og 9. flokki
• Lívfrøði í 7. 8. og 9. flokki
• Søgu og samtíð í 8. flokki
• Samfelagsfrøði í 8. flokki

Starvið er tíðaravmarkað til og við 18. juni 2024. Setanarbrotið er 0,7

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað er fyrimunur at hava linjugreinalestur í alis/evnafrøði, lívfrøði, søgu og samfelagsfrøði.

Tann, ið sett/ur verður, skal:
• vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur
• vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan

Í læraraleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:
• Ábyrgd
• Yrkisføri
• Floksleiðslu
• Samstarv
• Trúfesti

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 - 29.2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera stjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9.apríl 2024.

Umsóknin skal stílast til stjóran, Annu Mariu Reinert Jensen:
mailto:anna.maria.jensen@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Annu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 29006

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið