Vestmanna Kommuna
Útgivið
8. marts 2023
Útgongur
7. april 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingurs eg upp.

Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu.

Talan er um:

  • Tímar seinnapart í Frítíðarstovuni, sum er eitt frítíðartilboð fyri børn í 1., 2., og 3. flokki.
  • Tímar ímillum kl 7-17 í Gjáarlon, í vøggustovu ella í barnagarð (0-6 ár).
  • Tímar ímillum kl. 7-17 í Látipípuni (útibarnagarðurin ) aldur 5-7 ár.

Starvið sum avloysari kan samskipast við lestur ella annað starv.

Hvørji eru vit?
Vit halda til í trimum húsum:

  • Gjáarlon, ið hevur tvær vøggustovur við 15 børnum og tríggjar barnagarðsstovu við 20 børnum.
  • Látipípan er útibarnagarðurin og liggur tætt við Gjáarlon; her húsast tey elstu barnagarðsbørnini. Frá 1/1 2022 ganga 24 børn í Látipípuni.
  • Frítíðarstovan liggur við skúlan og hevur eitt deiligt pláss uttan fyri við viðarlund og fótbóltsvølli. Her ganga 38 børn.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo

Starvstøka skjótast gjørligt:
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”avloysari”

Í teldupostinum skalt tú fortelja eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknarfreistin er 17. mars 2023, kl. 12.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið