P/F ARTICON
Útgivið
30. november 2022
Útgongur
12. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Nú hevur tú møguleikan!

Vit sóknast eftir formanni/kvinnu, sum ganga høgt uppí dygd og trygd, og sum á ein náturliga hátt skapa trivnað millum síni tímaløntu starvsfólk.

Formaður/kvinna
Sum formaður/kvinna kemur tú millum annað at hava ábyrgd fyri at fylgja arbeiðsætlanini á mál. Tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum, og at neyðugu amboðini altíð eru tøk. Tú skal tryggja, at tey tímaløntu hava teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera sítt arbeiði.

Vit vænta, at tú:

  • Dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • hevur royndir við timburarbeiði
  • Fer eftir at náa settar málsetningar
  • er álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevni

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Tú hevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vil tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari, á telefon +298 226117

Tú søkir starvið her í seinasta lagi mánadagin 12. desember 2022.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið