Runavíkar kommuna
Útgivið
11. april 2024
Útgongur
12. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú standa á odda fyri trivnaðar- og mentanarøkinum í nýggja kraftdeplinum mitt í Føroyum?

Í sambandi við arbeiðið at menna og nútímansgera miðfyrisitingina í Runavíkar kommunu, er kommunustjóri júst settur í starv. Nú verður lýst eftir trivnaðarleiðara, ið vísir beinleiðis til kommunustjóran og er við í leiðslubólkinum í Runavíkar kommunu.

Málið er, at miðfyrisitingin skal virka væl og tryggja, at kommunan er 15-20 ár framman fyri sína tíð, sama hvør myndar býráðið politiskt.

Í nýggja bygnaðinum verða trivnaðar- og mentanarøkið løgd saman í eina deild. Trivnaðarleiðarin stendur fyri hesi serstakliga spennandi samanlegging. Á nýggju trivnaðardeildini vera 9 starvsfólk. Meðan áleið 150 starvsfólk starvast innan trivnaðarøkið í Runavíkar kommunu.

Mentanardepilin við Løkin hevur fingið rættiligt flog, nýggja svimjihøllin er veruliga farin at taka skap, og mentanar- og ítróttarøkið mennast alsamt.

Íløgur eru seinnu árini gjørdar í møguleikar hjá ungdóminum at skipa sín egna trivnað.

Kommunan fyrireikar seg til útbyggingar á skúla- og dagstovnaøkinum, hetta eru ætlanir sum hava høga raðfesting,

Fyri rætta umsøkjaran eru góðir møguleikar at vera við til at menna eitt tað mest spennandi trivnaðar- og mentanarøkið í landinum.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum.

LØN OG SETAN
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 15. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.

Starvið kann eisini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. mai 2024.

Søk starvið umvegis leinkið: www.runavik.fo/leys-storv

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á tlf. 237015 ella Sæunn Lamhauge Nolsøe, kommunustjóra, á 237040.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið