Almannaverkið
Útgivið
18. marts 2024
Útgongur
1. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini

  • Tvey føst størv 28 tímar um vikuna at byrja 01.05.2024 ella eftir nærri avtalu
  • Eitt farloyvisstarv 28 tímar um vikuna at byrja 01.07.2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið galdandi til 30.06.2025.
  • Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Almannaverkið søkir eftir fólki at starvast á stovni í Vági. Uppgávan er at vera hjá fólki, ið krevur hjálp og hjáveru alt døgnið. Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum. Tú verður við til at leggja til rættis heilsu- og námsfrøðiliga arbeiðið og tað praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Javnvirði er partur av gerandisdegnum, og saman við hinum starvsfólkunum skalt tú virka fyri einum tryggum, skipaðum og mennandi gerandisdegi.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Førleikar
Tú skalt hava heilsufakliga útbúgving ella útbúgving sum námsfrøðingur. Um eingin skikkaður við nevndu útbúgving søkir, kann starvið verða sett við hjálparfólki.

Tað kann verða ein fyrimunir, um tú hevur royndir at arbeiða við menniskjum við fjølbreki. Koyrikort og vanligir kt-førleikar eru ein treyt.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt gott arbeiðspláss við neyðugari upplæring og góðum arbeiðsumstøðum.

Væntanir
Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur, har hann er, skiltur og hjálptur.

Vit vænta at tú ert fleksibul, hevur góð samstarvsevni, ert tolin og rúmlig/ur av lyndi og ert sálarliga og likamliga væl fyri.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, eind Likamligt Brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 01.04.2024 kl. 23.00

Nærri upplýsingar
Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Selmu Augustinussen, leiðara tlf. 297811.

Eindin Likamligt Brek
Tænastur hjá Almannaverkinum í Suðuroynni eru savnaðar í eindini Likamligt brek í Trivnaðardeplinum. Talan er um dag- og samdøgurstilboð, sambýlir, vart verkstað, frítíðartilboð, Dag- og umlættingartilboð og stuðulsfólk. Borgarar, sum fáa tænastu í Suðuroy eru børn, ung og vaksin, við ymiskum avbjóðingum innanfyri sálarsjúku, menningartarn, autismu, seinheilaskaða og skerdum arbeiðsførleikum

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið