Útgivið
11. maj 2022
Útgongur
24. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tvey starvsfólk til Sambýlið Eirargarður 16B í Havn

Á Eirargarði búgva fólk við fjølbreki og fólk við menningartarni, sum í flestu førum hava tørv á nógvum námsfrøðiligum stuðli og røkt. Endamálið við stovninum er at veita húsfólkunum upplivingar, neyðugan stuðul og umsorgan, og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. 

Um størvini

  • Eitt fast starv 35 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
  • Eitt tíðaravmarkað starv 37 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og til 31.09.22 við møguleika fyri at leingja setanina. Talan er um starv í eini einstaklingafyriskipan, sum heldur til á deildini.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga dag-, kvøld- og náttarvakt og 3. hvørt vikuskifti, tó 2. hvørt vikuskifti fyri starvi í einstaklingafyriskipanini. Starvsstaðurin er á Eirargarði 16B í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Á Eirargarði leggja vit okkum eftir, at borgarin fær tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar, og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk.

Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á at virða tað einstaka menniskja og við at seta krøv eftir tí førimuni tann einstaki megnar. Heilsufakliga arbeiða vit fyribyrgjandi og heilsufremjandi og tryggja góða røkt og umsorgan.  Arbeitt verður eftir Gentle Teaching, sum er ein hugsanarháttur, ið tekur støði í relatiónsnámsfrøði. Gentle Teaching snýr seg um tryggleika, viðurkenning, tilknýti, samveru og samspæl.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving og/ella fólki við royndum innan serøkið. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og kt-førleikar á brúkarastøði. Umsøkjarar mugu vera væl fyri fakliga, sálarliga og likamliga. 

Væntanir
Vit leita eftir umsøkjarum, sum skilja lyklaorðini umsorgan og nærveru. Vit leggja dent á góðar samskiftisførleikar og ein viðurkennandi og fevnandi atburð í gerandisdegnum, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, har høvuðsuppgávan er at vera við til at geva búfólkunum eitt gott og virðiligt lív.
  • Eitt umhvørvi, har menning og starvsfólkatrivnaður eru í hásæti.
  • Góðar treytir fyri menning av førleikum, m.a. við luttøku á skeiðum.
  • At vera luttakandi í einum stovni í menning.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 7. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya ella Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið" og síðan útfylla umsóknarblaðið og viðfesta viðkomandi fílur.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.05.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heidi Henriksen, leiðara, á tlf. 297440 ella Jóhonnu Jancyardóttir, virkandi eindarleiðara, á tlf. 297989.

Um Eind 7
Eind 7 í Trivnaðardeplinum veitir tænastu til vaksin við fjølbreki v.m. í Suðurstreymoy og Sandoy. Talan er um Virknis- og umlættingardepilin á Sandi og fýra deildir á Sambýlinum Eirargarður í Havn.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fíggjarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið