MEST
Útgivið
13. april 2024
Útgongur
3. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tað er nógv at gera hjá MEST, og tí søkja vit eftir tær, sum kann standa á odda fyri Tekni- og verkætlanarstovu okkara. Einum miðdepli, sum stingur út í kortið og samskipar uppgávur hjá fyritøkuni, og sum er álitið, tá ið tað kemur til prosjektering, tilboð, tekningar og verkætlanarleiðslu.

Sum varaleiðari á Tekni- og verkætlanarstovuni hevur tú tætt samskifti við onnur ábyrgdarfólk og aðrar deildir í fyritøkuni og við uttanhýsisveitarar og samstarvsfelagar.

Í starvinum fert tú at

  • taka inn og deila út uppgávur,
  • vera ein partur av sølustýringini,
  • góðskutryggja uppgávur og tilboð,
  • samskipa uppgávur millum deildir,
  • hava høvuðsábyrgd av ávísum verkætlanum.

Á Tekni- og verkætlanarstovuni starvast í løtuni fimtan røsk og dugnalig fólk.

Tú hevur hóskandi útbúgving

Vit ímynda okkum verkfrøði ella samsvarandi útbúgving/royndir. Vit síggja eisini fyri okkum, at tú:

  • kanst arbeiða skeivar tíðir,
  • hevur lætt at arbeiða við teldu,
  • dugir væl at tosa og skriva enskt,
  • ert ágrýtin, samskiftandi og málsøkin.

Fyrimunur er at hava kunnleika um tøkniliga skjalfesting og at hava sjóvinnuroyndir, herundir í alivinnuni.

Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast, og lønin verður sambært avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn og kann stundum eisini vera í Runavík og á Skála.

Umsóknarfreistin er 02. mei 2024
Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Sunvard Joensen, leiðara á Tekni- og verkætlanarstovuni, á telefon 791230 ella á sunvard.joensen@mest.fo

--

Vit eru MEST

Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið