RTS
Útgivið
15. juni 2021
Útgongur
1. juli 2021
Staður
Fjøruvegur 7, Runavík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú okkara nýggi verkætlanarleiðari?

Ert tú klár/ur at hava ábyrgdina av verklagsarbeiðum?

Hevur tú samastundis hug, at arbeiða í fríum rammum og brúka tín serkunnleka og yrkisføri í eini føroyskari fyritøku við altjóða sambondum?

So hevur tú nú møguleikan, at gerast partur av eini fyritøku í stórari menning!

RTS Contractors er ein fyritøka, ið átekur sær spennandi og fjølbroytt verklagsarbeiðir av øllum slagi og stødd, í bæði Føroyum og Grønlandi. RTS Contractors er í sama samtaki sum MT Højgaard Føroyar, og er tí natúrliga í tøttum samstarvi við MT Højgaard, bæði í Føroyum og arðastaðni í heiminum.

Tínar dagligu uppgávur verða í høvuðsheitum at:

  • Stýra og uppfylgja fíggjar- og tíðarætlanum.
  • Tryggja, at øll góðsku-, umhvørvis- og trygdarkrøv verða yvirhildin.
  • Samskifta við ráðgevar og mynduleikar.
  • Skapa eitt gott samstarv á plássunum og ein góðan opnan fakligan dialog.

 

Um teg:
Tú ert útbúgvin byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi. Gjarna bygt á eina handverksliga útbúgving

Skipað/ur og hevur áhuga fyri verklagsarbeiði í øllum støddum, stórum og smáum.

&nbps;

Tú hevur:

  • Royndir við at leiða verklagsabeiðir ella aðrar verkætlanir.
  • Skil fyri tølum og KT og veist hvat góður handilsskapur er.
  • Evnini at fáa loysa uppgávur, eisini í fastløstum støðum.
  • Góð samskiftisevnir og kannst eggja og vegleiða títt toymi.
  • Gott og lætt sinnalag, og sært møguleikar, heldur enn forðingar.

Vit vænta, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.

 

Vit bjóða eitt gott og mennandi arbeiðspláss har tú fært:

  • Eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfullt arbeiði, í eini spennandi fyritøku.
  • Góðar arbeiðsumstøður við nógvum frælsi við ábyrgd.
  • Møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning. Eisini við samstarvið tvørtur um landamørk.

 

Umsøkn:

Umsøkn við prógvum og lívsrensli skal sendast til rts@rts.fo og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 01. Juli 2021.

Tú kannst fáa meir at vita um starvið, við at tosa við Andrias Lamhauge, Stjóra tlf.: +298 500 800, t-post: andrias@rts.fo.

RTS Contractors var stovnað í 1997 og hevur síðan 2007 eisini arbeitt í Grønlandi. Í Fyritøkuni starvast í løtuni 30+ fólk. MT Højgaard International A/S eigur 80% av fyritøkuni.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið