Landsverk
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
21. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Droymir tú um at leiða spennandi verkætlanir innan nútímansgerð, umbygging og viðlíkahald av bygningum landsins? Vilt tú vera við til at skapa burðardyggar og framtíðartryggjaðar loysnir til landið? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir fólki við royndum innan viðlíkahaldsplanlegging til verkætlanardeildina. Arbeiðsøkið hjá viðlíkahaldstoyminum er í høvuðsheitum, at skipa og stýra viðlíkahaldi og nútímangerð av landsins bygningum.

Tín leiklutur
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við fjølbroyttum uppgávum. Toymið hevur eina langtíðarætlan fyri, hvørjar verkætlanir skulu raðfestast, og tú fært høvuðsábyrgdina av ávísum bygningum og raðfestir innanfyri karmarnar í langtíðarætlanini. Tó ert tú eisini ert partur av einum toymi, har tit samstarva og læra av hvør øðrum.

Viðlíkahaldsverkætlanirnar verða bodnar út til uttanhýsis veitarar, og her verður tað tín leiklutur at seta karmarnar og samskipa uppgávuna. Í hesum sambandi er týðandi, at tú hevur dirvi og førleikar at taka avgerðir út einum fakligum grundarlagi.

Skift verður ímillum arbeiði á skrivstovuni og í bygningum kring landið.

Tínir førleikar og royndir
- Tú ert útbúgvin innan verkfrøði ella byggifrøði og hevur royndir innan samskipan av viðlíkahaldi

- Tú trívist við ábyrgd

- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur lætt at samstarva við ymsar fakbólkar

- Tú megnar at leggja til rættis, stýra og halda eyga við gongdini í verkætlanum, og tryggja, at tær verða lidnar til tíðina

- Hevur gott yvirlit og góða hugsavnan

-Tú hevur hollar KT-førleikar

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, har tú hevur ávirkan á títt ábyrgdarøki og møguleika at menna tínar førleikar. Tú fert at at fáa ábyrgd, sum verður tillagað til tínar royndir. Vit hava nógvar týðandi uppgávur, sum skulu loysast og bjóða samstundis smidligar karmar um arbeiði. Vit sýna virðing fyri fakligheitini og íkastinum hjá hvør øðrum.

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og avvarðandi yrkisfelag. Tú mást tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast okkum, umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. mars 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Boga S. Vinther, toymisleiðara á bygningsviðlíkahaldinum á tlf. 290 872 ella á teldupost bovi@lv.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið