Útgivið
15. september 2021
Útgongur
29. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Vinnuráðgevi til Føroya Tele

LEYST STARV: Hevur tú eyga fyri sølu og nærlagdari kundarøkt? Vit leita eftir vinnuráðgeva at hava ábyrgdina av vinnukundum í Norðoyggjum og seta teir í fremstu røð.

Á vinnudeildini starvast seks ráðgevar og tveir teknikarar. Kundarøkt er lykilorðið á deildini, tí deildin leggur stóran dent á skjóta og góða kundarøkt. Sum vinnuráðgevi skalt tú vera forvitin og hava tev fyri røttum loysnum til hvønn einstaka vinnukunda.

Vit hava vinnukundar í øllum landinum, men tú skalt fyrst og fremst hava ábyrgdina av vinnukundum í Norðoyggjum. Starvsstaður er í Klaksvík og partvís í Hoyvík, og tískil er rúm fyri kundavitjanum og møguleikanum at knýta og styrkja bond við vinnukundar.

Sum vinnuráðgevi skalt tú selja vørur og tænastur og duga at lýsa tørvin hjá kundum, so tú kanst seta saman røttu loysnina. Tað merkir, at tú skalt tora at taka ábyrgd, vera ágrýtin og hava evni at leggja lunnar undir gott samskifti.

Vinnudeildin er bindiliðið millum Føroya Tele og vinnuna og byggir í stóran mun á samstarv og vitanardeiling. Tað er sostatt umráðandi, at tú virðismetir gott samstarv og samskifti við starvsfelagar á vinnudeildini og tvørturum aðrar deildir. Hetta kemur at mynda títt arbeiði.

Tað er fyrimunur, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir og/ella útbúgving, umframt at tú hevur grundleggjandi forvitni at seta teg inn í nýggja tøkni. Starvsstaður er sum sagt í Klaksvík og partvís í Hoyvík, og setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála.

Um hetta ljóðar sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mikudagin 29. september 2021. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Søk starvið her.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Rúna Nolsøe, deildarleiðara, á tel. 243372 og t-post rno@ft.fo. Tú kanst eisini ringja ella skriva til Rakul Svabo Róadóttir, starvsfólkaleiðara, á tel. 243006 og t-post sfd@ft.fo.

Stutt um vinnudeildina
Føroya Tele er samtak við móðurfelagi og fýra dótturfeløgum, FT Samskifti, Televarpið, NET og Shefa. Vinnudeildin er partur av dótturfelagnum FT Samskifti, ið veitir produktir, vørur og tænastur til vinnu- og privatkundar og kappast á jøvnum føti við aðrar veitarar í Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið