Visit Tórshavn
Útgivið
26. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum fólki til kampingplássið í Havn at byrja 1. mai.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

  • skipa móttøkuna av húsvognum og tjøldum
  • taka ímóti og avgreiða gestir
  • hava ábyrgdina av, at halda plássið og húsið rudduligt og reint
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • ert røkin og ábyrgdarfull/-ur
  • dugir føroyskt, danst og enskt í skrift og talu, fyrimunur er at duga týskt eisini.
  • hevur telduførleika á brúkarastøði
  • ert sjálvstøðug/-ur og partvíst skipar tín egna arbeiðsdag

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, frá 1. mai til miðskeiðis oktobur. Tað snýr seg um uml. 37 tímar aðruhvørja viku ella eftir nærri avtalu. Roknast má við kvøld- og vikuskiftisarbeiði.

Møguleiki er fyri at arbeiða hjá Visit Tórshavn eisini, so tímatalið svarar til fulla tíð.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Umsókn
Umsókn skal sendast við telduposti til susanna@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 14. apríl.

Vilt tú vita meira?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súsonnu Sondum á telefon 220484 ella á telduposti susanna@torshavn.fo

Visit Tórshavn
Niels Finsens gøta 17
P.O. Box 379
FO-110 Tórshavn
Tel.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
torsinfo@torshavn.fo
www.visittorshavn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið