Útgivið
22. august 2022
Útgongur
28. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita vit eftir einum leiðara fyri flakabygging til altjóða marknaðin. Sum leiðari hevur tú ábyrgd av byggingini av fóðurflakum til alifyritøkur í Føroyum, Skotlandi, Íslandi Norra.

UM STARVIÐ
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av flaka toyminum hjá JT electric í Føroyum og í Pólandi. Tú fært ábyrgdina av at menna hetta virkisøkið sambært okkara strategisku málum. Við flakabyggingini arbeiðir tú tætt saman við okkara deildum innan menning, tænastu og framleiðslu, bæði í Føroyum, Skotlandi og í Pólandi.

Arbeiðsstaðurin er á JT electric á Kambsdali, og reglulig ferðing til Pólands, umframt til viðkomandi marknaðir og kundar, er partur av arbeiðinum.

Tú fært nógvar spennandi uppgávur:

  • Yvirskipaða ábyrgd av bygging, levering og supportering av fóðurflakum
  • Røkka framtíðar málum, ið fyritøkan hevur sett
  • Samskifti og røkt at kundum
  • Víðari menning av n‎‎‎ýggjum fóðurflaka loysnum

VIT ÍMYNDA OKKUM, AT TÚ:

  • hevur viðkomandi tekniska útbúgving, t.d. maskinmeistari, verkfrøðingur e.l.
  • ert sera skipað/ur, og megnar at arbeiða við nógvum bóltum í luftini.
  • arbeiðsroyndir sum verkætlanarleiðari e.l. er ein fyrimunur.
  • ert ein arbeiðssamur og tænastusinnaður persónur, ið dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • ert ágrýtin og hevur hegnið at fáa verkætlanir avgreiddar til tíðina.
  • stinnur at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum.

VIT BJÓÐA:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar, og veita bestu tænastuna til alivinnuna.

Starvið verður sett skjótast tilber, og løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

UMSÓKN
Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til Suna Justinussen, stjóra á sj@jt.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 28. august 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

SPURNINGAR
Vilt tú vita meira ert tú vælkomin at seta teg í samband við Suna Justinussen á tel. 774440 ella á sj@jt.fo

STUTT UM JT ELECTRIC
JT electric er ein føroysk fyritøka við deildum í Skotlandi, Pólandi og Danmark við til samans 70 starvsfólkum. Umframt at hava bygt 16 fóðurflakar til kundar í Føroyum og í Skotlandi, so framleiðir JT electric tøkniligar vørur og KT skipanir til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið