Samskip
Útgivið
22. december 2023
Útgongur
15. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

viðkomandi kann talan vera um lærupláss sum speditørur

Samskip leitar eftir starvsfólki at arbeiða á farmadeildini á høvuðsskrivstovu okkara í Saltangará.
Talan er um fast starv og uppgávurnar fevna um alt frá avgreiðing av bókingum, fakturering og útrokning av prísum, samskifti við viðskiftafólk og starvsfelagar í Føroyum og útlondum.

Vit vænta at tú:
• ert álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• megnar at samskifta við starvsfelagar og viðskiftafólk á føroyskum, donskum og enskum
• tað er ein fyrimunur – men ikki ein treyt – at tú hevur relevantar royndir.

Vit bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum og altjóða umhvørvi
• fryntligar og dugnaligar starvsfelagar, ið stuðla tær
• eitt óformelt og virkið arbeiðsumhvørvi

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til Sjúrð Johansen á 23 88 11. Umsóknir við møgu–ligum viðmælum kunnu sendast til umsokn@samskip.com. Løn og setanartreytir sambært
avtalu.

Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn, og loyva okkum at seta rætta umsøkjaran í starv sum skjótast.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Samskip Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 24 londum og omanfyri 1.300 starvsfólkum. Í Føroyum eru uml. 75 ársverk í Samskip innan fyrisiting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipsmanning.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið