Sandavágs Timburhandil
Lýsing
Vit sóknast eftir bilføra til okkara lastbil við krana.
Starvið umfatar pakking og útkoyring av byggitilfari.
Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu.
Øll áhugað eru vælkomin at søkja. Krav er, at tú hevur koyrikort og er villig/ur at taka tað stóra koyrikortið.
Ynskir tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin tú venda tær til Albert Ara Thomassen, á telefon 533053.
Er hetta nakað fyri teg, kanst tú senda umsókn til ari@timbur.fo
Freist at søkja er 27. august 2021.