KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
25. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til teknisku- og maskindeildina at byrja 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú gott handalag, og ert tú til reiðar at nýta títt tekniska know-how? So er hetta møguliga eitt starv fyri teg.

Um deildina
Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kemur út í allar krókar á sjúkrahúsinum. Tú kemur at fáa ein gerandisdag saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, sum hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mong ár.
Uppgávurnar er nógvar og ymiskar, og kemur tú at loysa tær í einum tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.

Arbeiðsøkið hjá deildini er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt tekur deildin sær av, at:

  • Góðskutryggja maskinur og útgerð, umframt eftirlit við uttanhýsis serviceveitarar
  • Viðlíkahalda og umvæla maskinur, el og útgerð av ymiskum slag
  • Umsita og viðlíkahalda hitamiðstøðina, ventilatiónsskipan og luft-gassskipan
  • Samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Tú ert:

  • Ábyrgdarfull(ur)
  • Góðskutilvitað(ur)
  • Samstarvssinnað(ur)
  • Fíggjarliga umhugsin
  • Dugir væl at skipa títt arbeiði og tína tíð
  • Tolir at arbeiða undir trýsti
  • Villig(ur) til at eftirútbúgva teg her í Føroyum og uttanlanda
  • Villig(ur) til at ganga inn í tilkallivaktarskipan

Førleikar:

  • Góðar tekniskar førleikar
  • Góðar praktiskar royndir
  • Góðar royndir við samskipan av verkætlanum
  • Koyrikort

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar CTS Stýrisskipan.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Olsen, leiðara á telefon 214480.

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 25. september 2022.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið