Starvsfólk til ítróttarfrítíðarskúlan við Løgmannabreyt

Fritiðarskúlin við Løgmannabreyt
Útgivið
21. august 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
mortenh@torshavn.fo
City
Tórshavn

Lýsing

Verð partur av einari spennandi ferð.

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu og spæli? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.

 

Søkt verður eftir tveimum Námsfrøðingum at arbeiða 25-30 tímar um vikuna i føstum starvi og eftir stuðli 20 tímar um vikuna í tíðaravmarkaðum starvi, at byrja skjótast til ber.

  • Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv fram til 26. juni 2020.

 

Um okkum:
Í Frítíðarskúlanum víð Løgmannabreyt ganga 120 børn úr 1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar. Í løtuni arbeiða 12 eldhugaðir starvsfelagir í frítíðarskúlanum, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Í august 2019 seta vit skjøtul á eina tilgongd at verða góðkend sum ítróttarfrítíðarskúli sambært DIF (Danmarks Idrætsforbund) og VIA University College í Århus, ein góðkenning, har faklig menning innan ítróttarnámsfrøði er í miðdeplinum og høvuðstættirnir eru ítróttur, spæl og rørsla.

Hetta verður framt í tøttum samstarvi við ÍSF (Ítróttarsamband Føroya) og Fólkaheilsuráðið.

 

Vit arbeiða út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavning. Vit leggja dent á gott foreldrasamstarv og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar.

Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til høll, Fimi, svimjihøll og ymisk verkstøð, og vit er nógv útí í náttúruni.

Arbeiðstíðirnar er mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00-17.00.

 

Vit bjóða

  • Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn.
  • Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
  • Skeiðvirksemi í sambandi við góðkenningina sum ítróttarstovnur.
  • Tætt samstarv millum starvsfólk.
  • Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.

 

Førleikar

  • Tú er virkisfúsin og fakliga væl fyri.
  • Tú brennur fyri útilívi og rørslu.
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
  • Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
  • Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
  • Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
  • BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.

 

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 6. september 2019 kl. 12.00, samrøður vera væntandi í viku 37.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 250437 ella teldupost Mortenh@torshavn.fo