Lastbilførari við kranaloyvi til Sílnet

Sílnet Sp/f
Útgivið
27. september 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
hjp@silnet.fo
City
Klasksvík

Lýsing

Vit sóknast eftir einum nærløgdum og dugnaligum lastbilførara við kranaloyvi til dagligt arbeiði fyri neta- og trolvirkið Sílnet í Klaksvík.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um koyring við trolútgerð til og frá skipum, útkoyring av vørum til viðskiftafólk og aðrar tænastur. Talan er í høvuðsheitum um arbeiði í fulla tíð, men roknast kann eisini við nakað av yvirtíð ymisk tíðarskeið.

Til arbeiðið krevst lastbilakoyrikort umframt kranaloyvi yvir 25 tons.

Sum persónur ert tú ágrýtin, flexibul, kanst arbeiða sjálvstøðugt, og til reiðar at geva eina hjálpandi hond, har tørvur er.

Setanarviðurskifti
Starvið er eftir sáttmála við Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, tó við nøkrum sersømdum. Lønin verður eftir avtalu.

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvum/loyvum kann sendast til: hjp@silnet.fo skjótast gjørligt. Freist at søkja er 11. Okt.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til:

Hans Jacob Poulsen
tel. 526541
ella við telduposti til:
hjp@silnet.fo.

 

Sílnet Sp/f, ið varð stovnað í 2002, er eitt neta- og trolvirki í Klaksvík, sum veitir tænastur til fiski- og alivinnuna í Føroyum.