Lýsing
Til pakkideildina í framleiðsluni hjá Mylnuni leita vit eftir einum pakkifólki at starvast fulla tíð frá viku 26 til og við viku 32.
Á pakkideildini er tín fremsta uppgáva at pakka vørur frá framleiðsluni, ið skulu út í handlar okkara kring landi. Tú kemur at arbeiða tætt saman við hinum fólkunum á deildini, og við starvsfólkini á framleiðsluni annars. Tað er tí týdningarmikið, at tú dugur væl at samskifta og samstarva við tínar starvsfelagar.
Harafturat mást tú duga at arbeiða skipa, sjálvstøðugt og til tíðir undir trýsti. Vit hava nógv at gera hvønn dag á pakkideildini, og umráðandi er, at vit halda allar tíðarfreistir.
Arbeiðstíðirnar eru hesar:
Mánadag til hósdag frá kl. 06.00 á morgni til kl. 14.00, fríggjadag frá kl. 04.00 til 12.00 og so eru tveir leygardagar, har arbeiðstíðin er frá 02.00 til kl. 9.00.
Kundi tú hugsa tær at roynt teg sum pakkifólk í summar, kanst tú senda okkum eina umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen á telefon 214456.